Ljóðmynd

Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Myrkrið sígur yvir tekjur
leggur skuggar undir trø
guitarljóð úr einum glugga
spæla sorgarbundin løg

Út í kvøldið hoyrist látur
lokkar fram eitt lítið bros
hoyri gneggj frá einum hesti
og úr bønum vættratos

Reyðar baklyktir á vegnum
bilar strúka skjótt framvið
myrkir skuggar undir steyrum
fólk ið ganga lið við lið

Tømi enn ein kopp av kaffi
murri við til lívsins ró
leggi høvdi á mín kodda
sovni inn til kvøldsins ljóð

FavoriteLoadingGoym tekstin