Ljós í myrkri

Jógvan Andrias Joensen
Orð og lag: Jógvan Andrias Joensen

Píkatráður og kertuljós
merkið vit savnast um
í allar ættir seta kós
vápnað við blýantum.

Vit virka fyri frælsi
virða lív um landamørk
vilja rættvísi skal sigra
við orðum sterk og bjørt.

Vit virka fyri at steðga
píning og deyðadóm,
at fangar fáa verju
eitt lív í virðing og vón.

Ímillum alheims rimar
hittast kunnu øll
at birta ljós í myrkri
bera boð um víðan vøll.

FavoriteLoadingGoym tekstin