Ljós og varmi

Orð og lag: Åge Aleksandersen
Týtt: Petur Mohr Reinert

Tá myrkrið hevur lagt seg
Gangi eg stilt ígjøgnum rúmið
Og kenslurnar tær skræða í meg
Hvat framtíð tín tær ber
Og tann arvur sum vit góvu tær
Tungur vera kann at bera
Vil tú spyrja
Vil tú lasta
Vil tú kalla tað eitt svik

Men sólin sum til viðar fer
Hon skal lýsa tær mín kæra
Og fuglurin sum frælsur er
Skal vísa tær á veg
Mikið ljós og mikil varmi
Trúgv og vónir kanst tú fáa
Mong mong tár og tungar løtur
Ræðist eg tað verða við

Tá sólin trokar myrkið burt
Krýpur tú so tætt inn at mær
Gloymdir eru tungu tankar
Sum nívdu meg í gjár
Í lív og látri spyrt tú meg
Um sólina og regnið
Og svarini
Eg gevi eru
Ei tey somu sum í gjár

Men sólin sum til viðar fer
Hon skal lýsa tær mín kæra
Og fuglurin sum frælsur er
Skal vísa tær á veg
Mikið ljós og mikil varmi
Trúgv og vón kanst tú fáa
Mong mong tár og tungar løtur
Ræðist eg tað verða við

FavoriteLoadingGoym tekstin