Ljós skyggir fram, brýtur myrkursins veldi

Orð: Hans Jacob Mygind
Lag: Lucy R. Meyer
Týtt: Victor Danielsen

1. Ljós skyggir fram, brýtur myrkursins veldi,
náttin um skiftist í bjartasta dag,
áir upp renna í oyðimørk turru,
lovsongur hoyrist á sorganna stað.

Niðurlag:
Kærleiki ómáldur, undurfull náði!
Son sín, hin einborna, Faðirin gav;
deyða hans beiska og líðingasáði
veksur vár frelsa og sæla nú av.

2. Stjørnan, sum tá fyri vísmonnum lýsti,
skínur sum sól yvir heimin í dag;
barnið, sum fjósið í Betlehem hýsti,
ger nú tey syrgjandi hjørtuni glað.

3. Kristus, sum nýtt skapti fyri hitt gamla,
Jesus, hvørs dýrd nú vár sál hevur sæð,
við sínum deyða hann aftur skal samla
allar Guds samkomur spjaddar ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin