Ljós tíns kærleika skínur, Harri

Orð og lag: Graham Kendrick
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Lord, the light of Your love (Shine, Jesus, shine)

1. Ljós tíns kærleika skínur, Harri,
lýsir upp mitt í heimsins myrkri.
Jesus, tú heimsins ljós, skín á okkum,
frí skal sannleiki tín gera okkum,
skín á meg, skín á meg!

Niðurlag: Skín, Jesus, skín,
fyll várt land við tí dýrd, tú hevur;
blás Andi, blás – hjørtu set í brand!
Fløði um lond sterkir streymar av náði tíni.
Frem verk títt, Gud,
kveik í myrkrinum ljós!

2. Til títt hásæti inn eg leiti,
skuggum úr, í tað ljós, tú veitir.
Fría atgongd títt blóð veitt mær hevur,
venjing, lærdóm og uggan tú gevur,
skín á meg, skín á meg!

3. Sum vit kongliga skin títt skoða,
lat tað fáa várt lív at loga –
spegla dýrd tína, lík tær meir gerast,
lýsa teim, sum í deyðskugga ferðast,
skín á meg, skín á meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin