Ljós yvir landið og í barmi manna

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Hans Jacob Højgaard
Lag 2: Friedrich F. Flemming

1. Ljós yvir landið og í barmi manna
lívsfríska megi, so einhvør kann sanna,
at tað, sum elist upp á Føroya steini,
treyst fær í beinið.

2. Saman at halda varð ei okkum givið,
tí er so lítið burturúr her blivið;
tí enn vit tala, men ov lítið gera.
Samhald má vera!

3. Stóðu vit saman, Føroya synir, sterkir,
kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið,
kundu vit frama ført til Føroya landið.
Saman tí standi!

4. Ljós yvir landið samanhald kann gera,
tað gevur megi byrðarnar at bera;
birtið tí brandin fjálga upp at loga.
Væl man hann duga!

FavoriteLoadingGoym tekstin