Ljósið skiftandi glitrar á skýggjanna lag

Orð: Kajfinn Hammer (versini) og Lina Sandell (niðurlagið)
Týtt: Victor Danielsen (niðurlagið)

1. Ljósið skiftandi glitrar á skýggjanna lag,
leikar fagurt um teig og um garð;
glæman lyftir meg upp mót tí Himmalska Stað,
og mín Guð kemur sál míni nær.

Niðurlag: Har er nakað at fá, har er nakað at fá,
har er nakað hjá børnum at fá;
í tí Himmalska Stað
eru øll altíð glað,
har er nakað hjá børnum at fá!

2. Gjøgnum døggváta rútin ein sólglæma sær
frá tí ævigu verð á mítt kinn;
frá Guðs Trúnu eg hoyri ein ljómandi sang,
sum eitt svalandi lot til mítt sinn:

3. Hoyr, hvørt undurfult lag, hvørji undurfull orð,
eins og ljóð mangra vatna tað er!
Lambsins sangur frá frelstum við Himmalsins borð
út um heimin og rúmdina fer:

4. Hoyr, tú sál, sum í vónloysismyrkri ert stødd,
fyri framman eitt ljós lýsir tær!
Hvørt eitt suff, hvørt eitt vónbrot, hvør missur, hvør sorg,
Harrin Jesus tað fyri teg bar!

5. Á, tú Himmalska Land handan skýggjanna heim,
á, eg hómi í Andanum teg!
Har ei skilnaðarstund meir skal køva tann gleim,
sum eg fekk, tá eg fann Lívsins Veg.