Loðsur tú ver mær

Orð og lag: Øssur Berghamar

Tað er so ymiskt, sum lív várt er lagað,
stundum vit leika og læa sum børn.
Beiskleikar lívsins við hvørt okkum ræða,
skýggini myrku tey boða frá ódn.
Signingarríkt, at ein lærdi at kenna
hann, sum við orði í ódn skapti logn.
Og tá ið álvaraspurningar brenna,
eingin er størri og dýrari ogn.

Skiftandi streymar um lívsleiðir reka.
Brotini stundum so leikaðu á,
skip várt varð løstað – vit fingu ein leka,
bønin sum neyðarróp steig okkum frá.
Men tá ið ódnin á náttini longu tóktist at taka
burt meg og mátt, sást hann at koma á
bylgjum til gongu. Skip várt varð bjargað – og
horvin var nátt.

Frelsari, kom tú og tak um mítt róður,
loðsur tú ver mær og set mína kós.
Tú hevur verið mær vinur so góður.
Orð títt á leið míni lykt er og ljós.
Rødd tín, hon talar, og stormarnir lúta –
hómast í havsbrúnni land fyri stavn –
fram móti Himli so siglir mín skúta
inn í ta ljósu og ævigu havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin