Løgin dreymur

Orð og lag: Ed McCurdy
Týtt: Andreas Andreassen

1. Í nátt eg droymdi løgnan dreym
um eina nýggja verð,
har allar tjóðir beindu burt
øll vápn og militer.

2. Og eg sá eina stóra høll,
av monnum full hon var,
teir undirskrivaðu eitt skjal,
sum boð um friðin bar.

3. Ein løgin dreymur hetta var,
í nátt eg havi droymt,
eg droymdi, at øll samdust um,
at stríð var goymt og gloymt.

4. Og hermenn tveittu vápnini,
teir fóru allir heim
til konurnar og børnini,
sum longdust eftir teim.

5. Á gøtunum tey dansaðu
og sungu takkarsong,
tí nú var komið betri lag,
og farin tíð so trong.

6. Øll øvund hvarv og hatrið við,
tí gleðin var so stór,
í friði sótu øll um sátt,
nú óttin burtur fór.

FavoriteLoadingGoym tekstin