So long er ævin uttan hann

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

1. So long er ævin uttan hann,
hugsa tá at verið Himli í.
So long er ævin uttan hann,
hugsa, koyrd til heljar alla tíð.

Niðurlag:
Lít teg tí á hann,
kom nú, enn tú kann,
áh, kom, nú Andin teskar: „Vel nú beint!“
So long er ævin uttan hann,
vel tí Jesus, áðrenn er ov seint.

2. Hvør tómt er lívið uttan hann,
uttan sanna gleði, sannan frið.
Hvør sorg at doyggja uttan hann,
tá ei allar ævir vendist við.

3. Hvør dýrt at liva fyri hann,
eiga gleði, frið og sæla vón.
Hvør stórt ein dag at síggja hann –
trúgvin tá skal verða býtt við sjón.

FavoriteLoadingGoym tekstin