Longsil

Hanus G. Johansen
Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Hanus G. Johansen

1. Tú veitst ikki, at mær leingist,
at hjarta mítt óstilt slær
um nátt, tá eg liggi eina,
og myrkrið er tungt og nær.

2. Tú veitst ikki av, tað hendir,
at vekraða eyga mítt
í myrkrinum um meg hómar
elskaða andlit títt.

3. Tú veitst ikki av, tað hvørvur,
tá hond mín kína tí vil
– tað er einans bleika glæman
í glugga um degningsbil.

FavoriteLoadingGoym tekstin