Longsta lív, skjótt endar tað

Victor Danielsen
Orð: D.L. Casey
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Longsta lív, skjótt endar tað,
fellur sum eitt følnað blað,
fer sum stormur kvikt avstað –
kom í dag!
Stuttir tímar rópa hátt,
at tað líður móti nátt,
og tú fert um markið brátt –
kom í dag!

Niðurlag:
Kom í dag, kom í dag,
meðan Jesu rødd teg kallar,
kom í dag!
Vrakar tú hans frelsuráð,
stongdar dyrnar skalt tú sjá;
nyttuleyst er róp títt tá –
kom í dag!

2. Reyðar rósur følna skjótt,
verður beiskt tað, nú er søtt,
gøtan verður tung og brøtt –
kom í dag!
Nú, ið Harrin kallar, kom!
Verðin er so køld og tóm;
ei innsigla egnan dóm –
kom í dag!

3. Tínir dagar skunda sær,
deyði, dómur er so nær,
í hans armar kvikur far –
kom í dag!
Áh, eg biði: Steðga brátt,
áðrenn málið her er nátt,
og teg grípur ævig nátt –
kom í dag!

4. Vinur, hoyr nú Harrans rødd,
so tín sál kann verða grødd
og av nýggjum verða fødd –
kom í dag!
Sig ei longur: Onkuntíð!
Nú í dag um markið stíg,
og tín sál skal verða frí –
kom í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin