Lønin veittrar, sum eg skundi mær avstað

Orð og lag: C. Austin Miles
Týtt: Victor Danielsen

1. Lønin veittrar, sum eg skundi mær avstað,
krúnuna eg beri uppi har ein dag;
eg í hvítum klæðum
skal við sálum glaðum
syngja ævigt songin til Jesu prís.

Niðurlag:
:,: Mót ljósins stað
vit stevna glað,
og inn um portrið stíga vit skjótt ein dag. :,:

2. Myrkrið svinnur, sum eg skundi mær avstað,
ævigt ljós mær bíðar, skjótt eg síggi tað;
meir enn sólin skínur,
ljóma Himlar tínir,
Harri, og mín tráan er hagar heim!

3. Ljósið dregur, sum eg skundi mær avstað
hann at hitta, sum í trúgv eg havi sæð;
Jesus har mær møtir,
og eg við hans føtur
skal tilbiðja, syngja hans heiður tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin