Løtan svarar fyri seg

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Eyðun Nolsøe

Og eg hoyrdi títt kvøldarlag
sum tú sang fyri mær
brotin tøgn
lívsins søgn
allatíð, mína tíð
sum eg kann geva tær

Og eg hoyrdi títt náttarlag
sum tú sang fyri mær dagur dróg
hjartað slóg
farin tíð, ongantíð
lívið gevur tær

Og tá vit stundum spyrja
hvat ið lívið gav
og tá vit mangan undrast
hvar dagar blivu av
er tað løtan sum svarar fyri seg

Og eg hoyrdi títt morgunlag
sum tú sang fyri mær
enn ein stund
leika lund
vænatíð, øll tann tíð
sum eg fekk frá tær

Og tá vit stundum spyrja…

FavoriteLoadingGoym tekstin