Lov og prís um allar himlar

Orð: Jógvan Gerðalíð
Lag: Jón Hilmar Magnússon

1. Lov og prís um allar himlar,
dýrdarsong til Dýrdarkong!
Verið við, tit tjóðir allar,
høga borg og smátta trong.
Fellið í við djúpum tónum,
hevjið fram eitt fagnarlag,
samfelt syngið takkarsongin,
alt og øll á hvørjum stað!

2. Hvør er hesin Dýrdarkongur,
hann, ið allir stara á,
hann, hvørs øksl ber harraveldið,
sum í andgletti skal stá?
Hann er tann, profetar, Skriftin,
høg og lág, hvørt kykt á jørð
prógva sum Guds Son, Messias,
hóast ódnarálop hørð.

3. Barn er føtt, oss Sonur givin,
navnið hans av øllum ber,
Jesus, Sonur Guds, Alvalda,
bjarta ljós til myrku verð.
Einglaherskarar hátt syngja
halleluja, lov og prís.
Gull við roykilsi og myrra
hátt at Himmals hæddum rís!

FavoriteLoadingGoym tekstin