Lov og tøkk og allan heiður

Orð: Thomas Kingo
Lag: Gamalt føroyskt sálmalag
Týtt: Jákup Dahl

1. Lov og tøkk og allan heiður,
syni Guðs, vit siga tær;
menniskjan nú frelsu eigur,
sum í deyðavanda var,
góði Jesus, lær tú meg,
at eg gangi rættan veg
og í fótspor tíni stígi
og í treysti fram meg stríði.

2. Lat meg onga tíð teg svíkja,
um at sút og sorgir her
vilja byrðar á meg díkja,
men at eg, ið hvussu fer,
elski teg inntil mín deyð’,
so mær linna alla neyð
føðing, deyði tín og pína, –
lat tey aldri frá mær dvína.

FavoriteLoadingGoym tekstin