Lov og tøkk og heiður

Týtt: Øssur Berghamar

1. Lov og tøkk og heiður
tú, áh, Harri, eigur.
Ríkidømi og vald tilhoyrir tær
bæði nú og allar ævirnar.

Niðurlag: Tú ert verdur lov og heiður,
prís á fold og Himli í.
Tú ert verdur – eina verdur
tign og æru alla tíð.

2. Heilur Himmaldrottur,
tín er allur máttur.
Djúpt í dustið vit falla fyri tær.
Tú ert Harri allar ævirnar.

3. Lambinum vit prísa,
tign tær vilja vísa,
tú, sum er, og sum var og koma skal,
tær lovsyngja flokkar uttan tal.

FavoriteLoadingGoym tekstin