Lov tær, Jesus, vár sangur ber

Orð: Luther
Týtt: Jákup Dahl

1. Lov tær, Jesus, vár sangur ber,
tí tú í heimin komin er,
móðir er moyin rein og fríð,
vænt kvøða einglar náttartíð.
Guð fái lov!

2. Einkarsonur Guðs faðirs tú er,
loynda tú himnadýrd tína ber,
monnum líkur tú ert okkum hjá,
vil okkum veita heilivág.
Guð fái lov!

3. Borin at eiga øll heimsins lond,
teg tó fjálgar ein kvinnuhond!
Veldið títt mikla røkkur vítt,
rurast sum barn tó í fangi blítt.
Guð fái lov!

4. Ljós av himni tú birti her,
ljómin nú skínur um víðu verð,
okkum um myrku náttartíð
lýsir nú faðirsins ásjón blíð.
Guð fái lov!

5. Fátækur gekst tú her foldum á,
signing tú breiddi á armóðs strá,
við tíni fátækt vit vórðu rík,
eina hjá tær finst miskunn slík.
Guð fái lov!

6. Tín er kongatign himni frá,
vildi tú tó gista mannavrá;
okkum tú leiðir um skuggadal
heim í tín ljósa kongasal.
Guð fái lov!

FavoriteLoadingGoym tekstin