Lovið Gudi, øll Guds børn

Orð og lag: Andrew L. Skoog
Týtt: Brynleif Hansen

1. Lovið Gudi, øll Guds børn,
gevið æru til vár Kong!
Tit í sterka hválvi hans,
gevið Gudi heiðurssong!

Niðurlag:
Komið, alt, ið hevur andadrátt,
lovið Gudi, gevið honum mátt,
latið takkarsongin ljóma hátt,
ærið Gud, halleluja!

2. Lovið Gudi fyri verk
so veldig, rík og góð.
Fyri stóru dýrd og tign,
latið hoyrast takkarljóð!

3. Lovið Gudi við basún
og við hørpu, sitara!
Latið ljóma streingjaleik
til vár Gud og Skapara!

FavoriteLoadingGoym tekstin