Lovsongur mín ert tú

Victor Danielsen
Lag: Lowell Mason, Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Lovsongur mín ert tú,
Harri, mín Gud!
Í ævir eins og nú
tú ert mín Gud.
Kelda av kærleiki,
klettur av trúfesti
ert tú, hin signaði
Harri, mín Gud!

2. Ósæddur ert tú nær,
Harri, mín Gud!
Og hvat enn forðar mær,
tú ert mín Gud,
stormurin stilti av,
slætt gjørdist villa hav
við hjálpini tú gav,
Harri, mín Gud!

3. Fyrr eg ei kendi teg,
Harri, mín Gud,
tó tú útvaldi meg,
Harri, mín Gud!
Jesus á krossinum
vann meg frá deyðanum,
frelsti við blóðinum,
Harri, mín Gud!

4. Nú eg í øllum má,
Harri, mín Gud,
bert tína náði sjá,
Harri, mín Gud!
Skjótt endar tíðin her,
sál mín heim til tín fer,
har hennar heimstað er,
Harri, mín Gud!

FavoriteLoadingGoym tekstin