Lovsyng tínum Harra, hvør ein kristin vørr

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Jákup Dahl

1. Lovsyng tínum Harra, hvør ein kristin vørr,
– syngið nýggjan song –
tit einglanna herskarar, himin og jørð!
Øll verøldin lovsyngi Guði.

2. O, syng tínum skapara fagnaðarlag.
– syngið nýggjan song –
og kunngerið náði hans dag eftir dag!
Øll verøldin lovsyngi Guði.

3. O, syngið um dýrd Guðs í himni, á fold,
– syngið nýggjan song –
hvørt hjarta, hvør tunga, og alt undir mold!
Øll verøldin lovsyngi Guði.

FavoriteLoadingGoym tekstin