LPK sangurin

Orð: Hugin Eide og Ragnar Thomsen
Lag: “Bakke op og bakke ned”

Gjøgnum dalar upp um fjøll
millum huldufólk og trøll
víða ferðast vit til LPK
um grót og grønan vøll.
Hóast kalt og kavi er,
ja so eru vit á ferð,
um tað regnar og er stormur,
ongan mun tað ger

Kom nú við, kom nú við,
Kom nú við á LPK.
Oh, la, la, oh, la, la,
tú fært buding omaná,
lat alt annað fáa frið:
Post Popp, disco, og Grand-Prix.
Kom so við á LPK og lær teg skótasið.

LPK. Her samlast vit
allir hava sama lit
og vit stríðast allan dagin,
á puha tað er eitt slit.
Alt er fyrireika væl,
so at felagsskapur skal
sjóða saman allar skótarnar
í hópatal.

Alla tíð er lagið gott
bæði dag og myrku nátt,
eingin múlatrútin er,
um kjøtið er eitt sindur rátt.
Tá ið komið er á mál,
hava vit eitt legubál,
og har gongur alt so syngjandi
við róp og skrál.

FavoriteLoadingGoym tekstin