Ludvig Van

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Morgundúgvan flýgur runt í skýgginum.
Setur seg á ein garð, har ein stari speglar sær.
Varnast ikki skuggan, sum siktar gjøgnum gluggan.
Hyggur bert at sær sjálvum, meðan kúlan nærkast honum.

Dúgvan flýgur, tá starin glíður ígjøgnum speglið hjá sær.
Hyggur nú niður á seg sjálvan og flýgur so avstað.

Uuuuuuuhh

Morgundúgvan grætur allar tínar tankar
Fyri eini á, sum rennur, tá tíðin er grá.

Skýggin blendar teg.
Kúlan rakar teg.

Nú leitar dúgvan eftir korninum.
Nú bíða ungarnir eftir maðkunum.
Nú vermir skýggin seg í eldinum.

Uuuuuuuhh

FavoriteLoadingGoym tekstin