Lukkuligur eri eg, og eg skal siga hví

Orð og lag: Duncan McNeill
Týtt: Victor Danielsen

1. Lukkuligur eri eg, og eg skal siga hví:
Jesus gjørdi hjartað glatt;
troyttur, einsligur eg var,
Jesus kveikti ljós hjá mær,
og hann gjørdi hjartað glatt.

Niðurlag:
Jesus gjørdi hjartað glatt, og frið eg fann,
Jesus kom við sól, og myrkrið burtur svann;
alla synd hann fyrigav, og nú eg syngja kann:
Jesus gjørdi hjartað glatt,
ja, Jesus gjørdi hjartað glatt!

2. Áh, eg minnist væl hin dag, tá Jesus frelsti meg,
og hann gjørdi hjartað glatt!
Tá ið syndin bant meg so,
kom hann, bar mær gleðiboð,
og hann gjørdi hjartað glatt.

3. Lítur tú á Jesus, gevur hann tær ævigt lív,
og hann ger títt hjarta glatt,
reinsa teg, tað skal hans blóð,
framtíðin er ljós og góð,
tá ið hann ger hjartað glatt.

FavoriteLoadingGoym tekstin