Luossabiddarin

Orð og lag: Dan Andersson
Týtt: Martin Joensen

Rundan um Luossabiddaran sat fólkið alt í ring,
og hann sang ímeðan legubálið brann,
– kvað um biddarar og skøndlar og um vársins berjalyng,
um sín longsul sang hann meðan náttin rann:

Har er nakað handan fjallið, handan blómurnar og sangin.
Har er nakað handan stjørnur, handan heita hjartað mítt.
Og eg hoyri okkurt teskar, – okkurt lokkar meg og biður:
Kom til okkum, tí at henda jørðin er ei ríkið títt!

Tit, eg hoyrdi mjúkar aldur sláa mót sjóvarstrond,
um tað østa havsins hvíld havi eg droymt,
og í andanum eg flutti til tey formleysu lond,
har tað kærasta, vit kendu, verður gloymt.

Til ein drúgvan, villan longsul bórust vit av mammum bleikum
og úr óttans burðarverkum okkum eymkan fall í lut.
Sleptust vit í fjallalíðum, lærdust upp í lívsins leikum
og vit spældu leyvur, oksar, tjøldur, biddarar og Gud.

Tigandi eg sat hjá unnustu, hvørs hjarta var sum mítt,
og við mjúkum hondum reiddi hon várt ból.
Tá eg hoyrdi hjartað rópa: tað, tú eigur, er ei títt,
og meg andin leiddi burt til friðarskjól.

Alt, eg elski, er nú hult mær og væl goymt í fjarum dimmi,
og mín rætta leið er høg og undurbær.
Og eg leggi meg í meldrinum at biðja móti himni:
Tak burt jørðina, – tað eingin, eingin eigur gev tú mær!

Fylg mær, bróður, yvir fjallið, har við svalar løkir ró er,
har, ið havið loksins hvílur trygt í bjargakrýndu song.
Onkustaðni handan himin er mítt heim, har er mín móður,
klødd í rósustakki bíðar hon á kámu summarong.

Svalkast fepurreyðir kinnar tá av søltum, svørtum sjógvi,
– gævi, innan morgunin er fullur, farin eru vit.
Ei av hesum heimi var eg, einans Gud veit hvussu nógv eg
trongdur var av stúran, ótrúgv og av heitum kærleika.

Har við skeljaskrýddar strendur reisist døggtungt rósuportur,
og har hvíla troyttar snekkjur, gamalmenni finna frið.
Og har ljómar nýggjur sangur, ljóð, ið aldri áður hoyrt er,
vit sum sælubørn i ævir undir hválvi fáa grið.

FavoriteLoadingGoym tekstin