Lúrarin

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Eg eri vindeygað.
Vil tú verða lúrarin, sum kagar ígjøgnum meg?
Tú ert himmal og hav.
Tú ert gloymdar maddrassur úti í náttúruni frá síðsta vár.

Eg eri yvirsæddur.
Kanska eisini eitt sindur miljøskaddur, men hvat bilar tað?
Tá eg fyllist við gleði, sum nørist til heimsins størstu megi,
tá føli eg meg væl.

Eg eri Alpha og Omega í grannalagnum hjá mær.
Um tú skikkar tær illa, so skal eg sanniliga koma eftir tær.

Eg eri lúrarin í tínum lívi.
Kemur tú at møta mær eitt vakurt summarkvøld?
Eg eri lúrarin og stýri øllum himmalhválvinum.
Eg eri lagnunnar speisemi, sum lúrir eftir øllum heiminum.

Eg eri ikki úr hesu verð.
Eg føli meg útstoyttan í samfelagnum.
Og hvat ger tað so við meg?
Eg føli meg jagstraðan,
forfylgdan av útstoyttum mannamúgvum, ið vilja týna meg.

Eg eri lúrarin.
Vil tú vera vindeygað, sum skilir okkum at.
At skilja hvønn annan.
At kenna kenslurnar hjá hvørjum øðrum,
nú vit berjast við svørðum.

Eg eri Alpha og Omega í grannalagnum hjá mær.
Um tú skikkar tær illa, so skal eg sanniliga koma eftir tær.

Eg eri lúrarin í tínum lívi.
Kemur tú at møta mær eitt vakurt summarkvøld?
Eg eri lúrarin og stýri øllum himmalhválvinum.
Eg eri lagnunnar speisemi, sum lúrir eftir øllum heiminum.

FavoriteLoadingGoym tekstin