Lurta, kom, á, lurta

Orð: Arne Höglund
Lag: Lennart Sjöholm
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Lurta, kom, á, lurta,
hoyr fuglarnar, sum láta;
teir syngja sínar sangir,
sum gera lagið gott,
um enn hválvið er grátt.

2. Hygg nú, kom, á, hygg nú,
síggj blómurnar á vangi;
tær lýsa eins og stjørnur
og gera hjartað glatt,
og tær anga so lætt.

3. Steðga, kom, á, steðga
eina lítla, lítla løtu
og takka fyri undrið,
sjón og hoyrn tín til tín ber
í Guðs undurføgru verð.

4. Opna, kom, á, opna
títt hjarta fyri Honum,
sum skapað hevur heimin
og alt, her vera man;
kom, á, gev teg til Hann!