Lurta nú so væl

Orð og lag: Ókendur

1. Lurta nú so væl,
um Jónas og ein hval.
Langt niðri á botninum í sjónum.
Og hvussu kom hann har?
Hvat brúkti hann sum far?
Langt niðri á botninum í sjónum.

2. Guds boðskap hann jú bar,
Í hjartanum hjá sær.
Hann vildi ikki bera Ninevemonnum.
Hann rýmdi Gudi frá,
Gud dróg hann aftur tá.
Langt niðri á botninum,
ja, langt niðri á botninum,
ja, langt niðri á botninum í sjónum.

FavoriteLoadingGoym tekstin