Lurtað leingi her

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Eg havi lurtað leingi her
og eg veit ei hvat tað er
her hendir ikki meir enn tað
enn at alt stendur í sama stað
eg havi brúkt so nógva tíð
til at skilja hvat og hví
men her ganga øll og siga tað sama
og drála við sama lag

Lítið meg at droyma longur fær
so eg kann ikki longur halda mær
eg má spyrja hvat vit vilja
eg vil skilja hvør ið ætlanin nú er
vit verða fóðrað hvønn einasta dag
men hví eru tey ikki so fræg
at tey siga hvør er leiðin
tí um ongin veit so ber tað ikki til

Vit flyta púra onki her
tí vit hava onga ferð
kom nú og sig hvat tú meinar
so vit kunnu síggja hvør tú er
jú tú ljóðar bara væl
og tú riggar sum tú skal
men hvat veitst tú hvat vilt tú
kom lat okkum síggja tað tú ger

Lítið meg at droyma longur fær
so eg kann ikki longur halda mær
eg má spyrja hvat vit vilja
eg vil skilja hvør ið ætlanin nú er
vit verða fóðrað hvønn einasta dag
men hví eru tey ikki so fræg
at tey siga hvør er leiðin
tí um ongin veit so ber tað ikki til

Vit eiga at vænta okkum meir enn hetta her
vit eiga at vænta okkum nógv meira enn tað sum er
eg hevði hildið at her vóru fleiri sum vildu meir
men um onki hendir her so má eg skapa lív í míni egnu verð

Lítið meg at droyma longur fær
so eg kann ikki longur halda mær
eg má spyrja hvat vit vilja
eg vil skilja hvør ið ætlanin nú er
vit verða fóðrað hvønn einasta dag
men hví eru tey ikki so fræg
at tey siga hvør er leiðin
tí um ongin veit so ber tað ikki til

FavoriteLoadingGoym tekstin