Lurtið væl, tit himnar høgu

Orð: Kingo
Týtt: Elsa Bærentsen

1. Lurtið væl, tit himnar høgu,
lurtið, einglafjøldir, svá!
Lurtið eftir hesi kvøðu,
tit, sum búgva foldum á!
Hoyri, hvør sum hoyra kann,
hvør sum hetta skilja man;
tegi, allur einglaringur,
Jesus, Jesus Kristus, syngur!

2. Harrans lærusveinaflokkur
lærdi seg so treystlig spor,
tá teir, Jesusi til tokka,
glaðir sungu somu orð:
Ísraels halleluja!
Lov og tøkk for frelsuna
úr Egyptalandsins plágum
heim til Kánaanslands í náðum.

3. Himnasongur yndisligur,
Jesus, tær á tungu lá,
tú, sum fyri okkum biður,
syngjandi tú deyðan sá!
Ádam fór úr Eden út,
Harrans reiði elvdi sút.
Jesus himnadyr upp letur,
ormin uttandura setur.

4. At tú byrjar við at syngja,
Jesus, tað man menna meg;
at teg einki nú man tyngja,
inniliga gleðir meg,
styrkir mína veiku lund,
so eg mína deyðastund
orka skal – og tolin vera –
lovsong tín í minni bera.

5. Syng tí hátt í mær hvør strongur,
tunga syng við sál og ond,
syng um alt, á Jesus gongur,
lagnum stýri Jesu hond!
Tí hans deyði vera má
besta gáva Guði frá,
bjargar mær frá øllum vándum,
heimá ber í Harrans hondum.

6. Syng, mín sál, so øll tað hoyra,
tað er gleði fram um grát,
tí tað berst tær fyri oyra:
Illimaður stendur mát!
Syng um hann, sum deyðin neit,
meir enn nakar eingil veit!
Syng og trúgv, til sólin setur,
syng teg heim at syngja betur!

FavoriteLoadingGoym tekstin