Lyft hendur mót Jesusi, trongda Guds barn

Orð: C. Lund
Lag: Lion of Judah
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Løft hender mot Jesus, du trengte Guds barn

1. Lyft hendur mót Jesusi, trongda Guds barn,
hygg upp, tá ei fangar teg freistarans garn,
hygg upp, tí tá lyftist títt mót og tín gongd,
tá tendrast í brósti heimlongsilsins trongd!
Og málið, sum tyktist langt burtur frá tær,
tá verður tær greitt og so undurfult nær.

2. Hygg upp móti staðnum við fastari grund,
á Jesus hygg upp hvønn ein dag, hvørja stund,
áh, tú, sum í Jesusi uppreistur er,
søk skatt tín í Himli, ei tvísintur ver,
lyft eygu, lyft hendur, lyft sálina við,
hygg upp og ei niður, ver vakin og bið!

3. Tá Pætur á Jesus leit upp uttan frykt,
tá gekk hann í stormi á bylgjunum trygt;
tá Mósesar hond lyft mót himlinum er,
tá sigrar Guds fólk yvir Amaleks her;
tá Dávid í andanum uppeftir sá,
hvør undurfull orð, ið hann skrivaði tá!

4. Tá Pætur leit niður, í somu stund var
hann sokkin, ei sjógvurin longur hann bar;
tá møðin á Mósesi yvirhond vann,
skjótt Ísrael tapti, og Amalek vann;
tá Dávid av takinum niðurá leit,
í holdinum tendraðist syndglóðin heit.

5. Hygg uppeftir! Her er alt fáfongd og stríð;
skjótt liðugt er alt hesum heiminum í;
tann sálin, sum vend móti Himlinum er,
ein forsmakk av hvíluni fær longu her;
hon sær gjøgnum royndirnar himmalskan glans,
sum leggur um krossin sín dýrdliga krans.

6. Tú líðandi bróðir, hygg upp og hav frið,
tú styrkist í vón og í toli harvið!
Ja, um tú enn snávar, og fóturin gleið,
hygg upp, upp á Jesus, so liggur tú ei!
Tú stríðandi, líðandi bróðir, áh, hoyr:
Á Jesus hygg upp, og títt mót aldri doyr!

7. Lat ljósið klárt brenna, ver á tíni vakt!
Tí skjótt kemur Jesus, sum hann hevur sagt;
tá sleppur tú heim, tá skalt hvílu tú fá,
hvør sæl er hin bíðandi brúðurin tá!
Tá sær hon sín brúðgóm, tá skoðar hon tað,
sum her gjøgnum tár hon í trúgv hevur sæð!

FavoriteLoadingGoym tekstin