Lyfti tíni, kæri faðir

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í 1993.

1. Lyfti tíni, kæri faðir,
standa trygg um tíð og ævir;
og tá heimur fer í sor,
vikast ei títt Guddómsorð.

2. Verður ragnarrok á foldum,
syndrast alt av syndavoldum;
hvørvur hav, og fúnar fold,
birtist lív tó undir mold.

3. Tøkk, á deyðans døkka beði
uggar meg tín páskagleði;
løgd er leið um deyðans dal
heim í ljósa lívsins sal.

4. Har á heimsins kirkjugarði
og úr sjónum stórur skari
syngjandi til lívs skal stá
mikla páskamorgni á.

5. Deyðans broddur nú er brotin,
valdið hevur sigurssprotin,
ævigt lív oss fall í lut,
Krist oss gjørdi sátt við Gud!

6. Heiður havi dýrdardrottin,
sum av kvinnuni er sprottin.
Lambið Guds, vær tøkkum tær,
einans tú vár bjarging var!