Lyktamaðurin

Orð: Mourits Mohr

Í hesum góða staði her hendir mangt forundarligt.
Oja! oja! oja! so vist er tað.
Man gloymdi ei í bræði tað ógvuliga bangilsi,
sum risti mann og moy í hesi oy,
tá maður gekk í Líðini og segði fyri sann,
hann sá ein lyktamann, ein lummakyktamann,
ein lyktamann við lummalykt og peru inni í
Sam Hellesens útvalda lummalyktabattarí.

Í Kógvaskoti gongur tann grimi lyktamaðurin.
Oja! oja! oja! so vist er tað.
Hvør genta og hvør drongur, sum viltust út í Kógvaskot,
tey etur hann við lyst, ja tað er vist.
Hann sigst ei heldur vraka turkað gamlamanna tjógv,
av seyðamanna bógv hann etur sær so nógv,
sum hann kann fáa fatur á við síni longu klógv,
og tað, sum ei er átuligt, tað kastar hann á sjógv.

Tá sólin fer at halla, hann tendrar sína lummalykt.
Oja! oja! oja! so vist er tað.
Og strálurnar tær falla sum snarljós yvir land og sjógv,
tær lýsa grønt og reytt og violett.
Tá ræður um at halda fyri sínum eygum svá,
so man kann ikki fá tann lyktamann at sjá,
tí ikki finst tann maður, sum á beinunum kann stá,
so ræðuligur sær hann út – tað banna tey uppá.

Ein ræðuligur standur nú ráddi runt í bygdini.
Oja! oja! oja! so vist er tað.
Tí lyktamansins gandur hann risti sjálvt tey sterkastu,
tey lógu sjúk av skrekk fimm kvøld í trekk.
Og tey, sum vóru bangin fyrr, ei talast kann um tey,
tey lógu rætt sum deyð, ja stór var teirra neyð,
og eyguni tey vendust um og blivu myrkareyð,
í 15 samdøgur í trekk tey rørdu ikki breyð.

Og seyðurin á Sondum hann stygdist og leyp upp í varg.
Oja! oja! oja! so vist er tað.
Hann heftist ei við bondum, sum vóru klænri enn ein sponn
og fekst ikki í rætt, eg havi frætt.
Men enn og verri var tað, sum kom yvir gamla bil,
hann hoppaði sum fyl og rendi í eitt gil,
og tá hann kom í Kógvaskot, hann sprongdi sín ventil.
Ja hvør hevði hugsað fyrr, at bilar høvdu skil.

Ja soleiðis var skilið, tá lyktamaðurin kom fram.
Oja! oja! oja! so vist er tað.
Tað merktist bæði á bili, á kristnum og á heidnum við,
so øll tann stóra bygd var heilt uppstygd.
Og leingi aftaná at lyktamaðurin var vekk,
tey blivu sjúk og slekk, bert onkur eyga fekk
á okkurt lítið ljós, sum úti í Kógvaskoti gekk,
so harav kann man síggja, hvat tað er at hava skrekk.

FavoriteLoadingGoym tekstin