Lýs upp

Orð: Ina Duley Ogdon
Lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Brighten the corner where you are

1. Bíða ikki, inntil tú kanst gera okkurt stórt,
lat ei hugin flúgva langan veg!
Dagsins smáu skyldur síggjast lat, tú hevur gjørt
– lýs upp, har Gud tín setti teg.

Niðurlag: Lýs upp, har Gud tín setti teg,
lýs upp, har Gud tín setti teg!
Onkra vilsta sál tú leiða kanst á beinan veg;
lýs upp, har Gud tín setti teg!

2. Skýggini tey dimmu kanst tú lætta, gera ljóst;
lat ei forða tær hitt stóra eg!
Lætt við glaðum songi okkurt byrðað mannabróst
lýs upp, har Gud tín setti teg!

3. Hvørja gávu, tær er givin, kanst tú nýta her,
vís á Jesus, onnur hjørtu gleð!
Rætt út veiku hond og sálum lívsins breyðið ber
– lýs upp, har Gud tín setti teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin