Lýsir bjart Amnesty

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í juni 2011.

Ganga vit fram á leið,
summarsólin í mai,
kastar ljósgeislar inn,
fløvar fjálgar mítt sinn.

Virða teg sum tú ert,
gjøgnum lívið tú fert,
frælsa orðið er títt,
og at velja er frítt.

Vit um teg sláa ring,
mannarættindi – syng,
heimur tolsemi sær
frælsa rættin hjá tær.

Virða teg sum tú ert,
út um havsbrúnna fert,
frælsa orðið er títt,
og at hugsa er frítt.

Stíga vit frælsisleið,
mannarættindi greið,
lýsir bjart AMNESTY,
stríðast vit lið um lið.

Slíta ófrælsisbond,
kring um øll heimsins lond,
kveikist summar í tær,
vetur bráðnar í mær.

Virða teg sum tú ert,
kring um heimin tú fert,
frælsa orðið er títt,
og at tala er frítt.

Stíga vit frælsisleið,
mannarættindi greið,
lýsir bjart AMNESTY,
tað er títt verjulið.

Stíga vit frælsisleið,
mannarættindi greið,
lýsir bjart AMNESTY,
fylgjast vit lið um lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin