Eg má hava Jesus við mær

Orð: Lizzie Edwards
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg má hava Jesus við mær,
eg má styðjast til hans arm,
eg má vita, hann er hjá mær,
eg má hvíla við hans barm.

Niðurlag:
So skal sálin óttast ei,
tá eg tori hvørja leið,
tá skal hjartað honum siga
eina ja og ikki nei.

2. Eg má hava Jesus við mær,
besta trúgv mín veik bert er;
troystarorð kann Jesus tala,
sum ei nakar annar ger.

3. Eg má hava Jesus við mær,
allar staðir, alla tíð,
gjøgnum toku, gjøgnum sólskin,
gjøgnum storm og ódn og stríð.

4. Eg má hava Jesus við mær,
hann má vegin vísa mær,
til í høgu Himmalhøllum
sál mín loyst hann sjálvan sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin