Eg má vera hjá tær, Jesus

Orð: Lina Sandell
Lag: Wolfgang Amadeus Mozart
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg má vera hjá tær, Jesus,
eg, sum fyrr so eina gekk
mínar egnu tómu vegir,
har eg onga føði fekk!
Fyrst tá sál mín hetta hoyrdi:
Jesus doyði fyri teg,
Jesus livir, hann teg elskar –
tá kom lívsins vón í meg.

2. Eg má vera hjá tær, Jesus!
Heimurin ei geva kann
hjarta mínum kraft og hvílu,
bert hjá tær eg hetta fann;
tú, sum ikki lívið spardi,
tú vilt ikki svíkja meg,
um hvør sál sær frá mær vendir,
kann eg líta trygt á teg.

3. Eg má vera hjá tær, Jesus,
tá mín leið er ljós og greið!
Tí so lætt á góðum døgum
út av gøtuni eg gleið;
sárt og beiskt eg havi sannað,
at eg gloymdi elska teg,
júst tá tínar kærleikshendur
stroyddu rósur á mín veg.

4. Eg má vera hjá tær, Jesus,
tá ið myrkrið fjalir meg!
Tá ið sker og boðar bróta,
tørvar mær at síggja teg;
bylgjur leggjast, stormur tagnar,
bert tú, Harri, ert hjá mær,
eins og friðurin í Himli
er at vera nær hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin