Maðurin og lívið

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Maðurin og lívið sita og deila eina øl.
Samdir játta teir allar sínar illgerðir.
Maðurin stólar ikki reiðiliga lívinum.
Og lívið heldur, at maðurin fer at gera av við seg.
Maðurin og lívið.

Maðurin fortelur, hvussu hann beindi fyri familjuni.
Og Lívið hyggur, sum um tað ikki trýr honum.
Og heldur, at hann lýgur.

Maðurin og lívið, teir eru bumsarnir á heimsins trom.
Teir, sum royna at flenna, meðan teir ganga við kroniskari gron.
Maðurin og lívið.

Giraffurin er maðurin við tí langa hálsinum.
Strussurin er maðurin við høvdinum undir sandinum.

Lívið leggur til merkis, at maðurin tykist ópálítiligur.
Leggur høvdið á blot, og varnast hvussu heitt, tað er.
Maðurin hyggur upp á lívið og sær, hvussu sveittin heglar av.
Hugsar við sær sjálvum, at nú er tað úti við mær.
Maðurin og livið.

Tekur gaffilin upp frá borðinum og ripar hann inn í síðuna.
Hvøkkur leyp á meg, og tað var tí, eg gjørdi tað.
Heldur tú enn eg!
Maðurin og lívið eru paradan til heimsins enda.
Teir eru tann seina tíðin, sum bíðar til okkurt fer at henda.
Maðurin og lívið.

Giraffurin er maðurin við tí langa hálsinum.
Strussurin er maðurin við høvdinum undir sandinum

Vælkomin til tað, vit kalla upprunan til lívið. X4

FavoriteLoadingGoym tekstin