Mær bíðar ein staður í erva

Orð og lag: Arthur Forrest Ingler
Týtt: Petur William Háberg

1. Mær bíðar ein staður í erva,
sum Jesus til brúðrina vann,
hans dýrdleiki kann ikki metast,
tí minst til, at Gud bygdi hann!
So mangan til staðin mær leingist,
ja, skjótt skal eg flyta har inn,
og friður og gleði í ævir
skal fylla mítt hjarta og sinn.

Niðurlag:
Himmalska heimland, frístaður Harrans!
Hvílu tú gevur til hjørtuni mødd.
Skjótt mást tú koma,
Frelsari kæri,
lat meg brátt hoyra ta kallandi rødd!

2. Guds dýrdleiki lýsir upp staðin,
ei nátt ella myrkur ein sær,
har rættvísin eina skal ráða,
og bann einki vera skal har;
Guds tænarar fylkjast um Lambið,
sum heiðurin eina skal fá,
Gud Faðir og Sonurin valda –
skjótt skal eg tað heimlandið ná!

3. Ja, undurfult verður at hitta
teir vinir, ið fyrr fóru heim!
Eg sakni teir mangan, men veit tó
hjá Gudi eg møta skal teim;
um skilnaðarstundin var døpur,
tá jørðini teir fóru frá,
so fyllir tann troyst tó mítt hjarta:
Eg heima teir aftur skal sjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin