Mær birtist í huga, eg stóð ein dag

Orð og lag: Lelia Naylor Morris
Týtt: Øssur Berghamar
Upprunaheiti: The Stranger of Galilee

1. Mær birtist í huga, eg stóð ein dag
við Genezarets strond, tí har
varð savnað ein fjøld um ein fremmandan,
sum úr Galilea var.
Eg sá, at hann nam við ein blindan mann,
sum brátt síggjandi, fróur gekk.
Hin lamni, sum einsamur, bundin sat,
nýggja styrki í øklar fekk.

Niðurlag: Áh, eg kendi meg drignan at honum,
hans náði, hans signaða brá.
Hesum fremmanda úr Galilea
gav eg hjarta mítt heilt júst tá.

2. Hann talaði orð, sum fekk bylgjurnar
við eitt til at leggja seg.
Hans myndugleiki fekk stormarnar
at bráðtagna beinanveg.
Í hond hans eg legði mítt lív, mítt alt,
tá hann talaði til mín milt.
Hvør bylgja brátt legðist, hvørt boðabrot
fyri orðum hans: Tig, ver stilt.

3. Tann náði, sum andlit hans lýsti av,
eg ongantíð gloyma kann,
tá eg í syndanna myrkri gekk,
og undurfult hann meg fann.
Eg eyguni fekk á tey merki djúp,
hann í hondum og fótum ber.
Mín Frelsari gjørdist hin fremmandi,
sum nú vinur mín vorðin er.

FavoriteLoadingGoym tekstin