Mær dámar bjór

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Ian McCalman

1. Mær dámar bjór og brennivín, í kortum flestu stikk
mær dámar storm og bárubrot – als ikki politikk
eg sigi: hann er bar geip, ørvitismøsn og reyp. –
Nú set teg her á kistuna, so tøma vit eitt steyp.

2. Vit hildu inn á Skálafjørð, jú, har var lív umborð,
mesanurin í stumpum sjey, og masturin í sor.
Og »Símun« stóð á gronini – alt hitt í lepum lá
jú, har var politikkur, tú, tað kanst tú líta á.

3. Her hava strokið vísir menn um landið bygd úr bygd
teir talaðu um fólkasið, um landastjórn og dygd. –
Men hava teir á bunkanum sæð brot sum hús so høg?
Ja, tað er annað enn at skriva bók og lesa bløð.

4. Hvat vilja teir, hvat skilja teir, sum aldri stóðu har
ið stormur hvein og bára breyt, og alt í roki var?
Eitt er at stýra pennaskafti, lukkan, annað er
í sjóroki og kavaódn at stýra millum sker.

5. Skál, gamli, tú og eg vit hava mangt eitt ælið køvt
og mangan hevur brotið bart og tváað okkar skølt.
Vit draga tosk í logn, og vit liggja bakk í ódn.
Vit eiga lut í havinum og eru havsins børn.

6. Og havið tað er erligt, erligt er hvørt bárubrot –
og einaferð vit sigla heim, tá skútan fer í rot,
og tá gerst ferðin lættast, um tú ei bert tungan leyp.
Nú, drekk, hin rádni! hesin gamli eigur upp í steyp.

FavoriteLoadingGoym tekstin