Mær ein bústað Jesus til reiðar ger

Orð: Jas. W. Acuff
Lag: Emmet S. Dean
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: Just over in the glory land

1. Mær ein bústað Jesus til reiðar ger
í fagra dýrdarlandinum;
skjótt eg flyti, har hann av øllum ber
í fagra dýrdarlandinum.

Niðurlag: Í fagra dýrdarlandinum
eg syngi prís við einglunum
í fagra dýrdarlandinum.
Í fagra dýrdarlandinum
har við tí frelsta skaranum
í fagra dýrdarlandinum.

2. Eg nú ferðist heim til hin ljósa stað
í fagra dýrdarlandinum;
har Guds prís øll syngja so fró og glað
í fagra dýrdarlandinum.

3. Áh, hin hugsan søt, Harran eg skal sjá
í fagra dýrdarlandinum;
við teim frelstu gullgøtum ganga á
í fagra dýrdarlandinum.

4. Hvør ein dýrt keypt sál syngur fagnaðarsong
í fagra dýrdarlandinum,
hjartans takkarljóð til vár Gud og Kong
í fagra dýrdarlandinum.

FavoriteLoadingGoym tekstin