Mær er sagt um ein stað handan támið

Orð: Lydia Lithell
Lag: Russiskt fólkalag
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Jag har hört om en stad

1. Mær er sagt um ein stað handan támið,
handan fjallanna skaddu hann stendur,
mær er sagt um hans sólljósu strendur,
tonk – ein dag standi sjálvur eg har!
Halleluja! Eg sælur má syngja,
halleluja, eg fari til staðin,
kann enn mótbrekka troytta og tyngja,
altíð heimá og framá tað ber!

2. Mær er sagt um eitt land uttan sorgir,
eingin nívdur og tyngdur har stríðir,
eingin særdur av sjúku har líður.
Tonk – ein dag eri sjálvur eg har!
Halleluja, sum vit skulu frøast!
Halleluja – hvør ivi er svunnin,
aldri aftur vit snáva og møðast –
komin fram – komin heim, heim til Gud!

3. Mær er sagt frá teim snjóhvítu búnum
hjá teim himmalsku, frelstu herskarum
og um ljóman frá reyðargullkrúnum.
Tonk – ein dag verði sjálvur eg har!
Halleluja – so sælur mín andi
eins og hoyrir hin himmalska songin,
stendur á hvørjum jørðiskum bandi;
tí eg veit, eg skal skjótt vera har.

FavoriteLoadingGoym tekstin