Mær er sagt um ein Stað í tí Høga

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Lydia Lithell
Lag: Der Zar und den medchen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1973.

1. Mær er sagt um ein Stað í tí Høga,
har ei sjógvarnir bróta um strendur;
har ei vandar og pínslur meg møða,
– um eitt bil, ja, so eri eg har!
Eg má undrandi lovsongir syngja,
tá eg hugsi um Himmalska Heimið;
um enn mangt man meg møða og tyngja,
tó eitt bil, ja, so eri eg har!

2. Í tí Landi ei tár skulu renna,
eingin pína og sjúka skal níva,
har ei særandi sorg er at kenna,
um eitt bil, ja, so eri eg har!
Ei skal gleðinnar dagur har halla,
ei skal ivin tá tyngja mítt sinni,
aldri meira vit snáva og falla,
tí tá eru vit heima, o, Guð!

3. Har hvørt Guðs barn skal standa so fegið,
skrýtt í snjóhvítum búna á Himni.
Mær er sagt um ta ævigu gleði,
og eg hugsi: – Á, var eg bert har!
Tá tann frelsti lovsyngjandi Skari
leikar gullhørpum á við Guðs Trúnu,
hoyrist syngjandi samfelda svarið:
Tú, vár Kongur, vár Harri og Guð!

FavoriteLoadingGoym tekstin