Mær halda Harrans hendur

Orð: Erling Tobiassen
Lag: Hans Leo Hassler, Sigurd Lunde
Týtt: Jákup Olsen

1. Mær halda Harrans hendur,
tá dimmið lættir av,
hvønn dag hann orð sítt sendir,
sum ljós og treyst mær gav,
hvat dagurin vil bera,
er hann mín trygga havn,
í bøn eg lívd mær leiti,
og kraft ber Jesu navn.

2. Mær halda Harrans hendur,
ið hvat enn møta man,
í smíli, gráti, kenna
hans góðu hond eg kann,
um leiðin ber um dalar,
um tung og brøtt hon var,
úr høgu Himmalhøllum
hans eyga fylgir mær.

3. Mær halda Harrans hendur,
tá sól í vestri vóð,
um brekir, brestir pína,
hans náði veitir ró.
Hann synd mær fyrigevur
og setur einglavakt.
Hann nátt sum dag meg varðar
við síni guddómsmakt.

4. Mær halda Harrans hendur,
tá lívið fjarar av,
tá mátt og megi svinna
og sól fer her í kav.
Hans keppur, stavur verja
um deyðans skuggadal,
og sálin sæl seg hevjar
til høga Himmalsal.

FavoriteLoadingGoym tekstin