Mær halda Harrans hendur

Orð: Erling Tobiassen
Lag: M. Sigurd Lunde
Týtt: G. Bruun

1. Mær halda Harrans hendur,
tá sól úr kavi fer,
hvønn morgun hann mær sendir
tað orð, sum ugga ber.
Um dagurin mær gleði
skal bera ella sorg,
mær Harrin sendir megi
og ljós úr himna borg.

2. Mær halda Harrans hendur,
hvat so skal møta mær,
hvørt víkur ella vendir,
er Harri mín mær nær.
Um so í sorgar dali
tað veit mær illa við,
úr himna høga sali
hann vil mær veita lið.

3. Mær halda Harrans hendur,
tá stjørnan verður kynd.
Tá myrkrið fjalir strendur,
eg sanni mína synd;
hann miskunn mær vil veita
og einglavernd og frið;
eg ráð við hann vil leita,
og hann mær gevur grið.

4. Mær halda Harrans hendur,
tá deyðin boð mær ber.
Er út mín logi brendur,
tó lív hans óskert er;
hann fær mær stav í hendi
og lívgar mína ond.
Eg veit so víst eg lendi
á himna sælu strond.

FavoriteLoadingGoym tekstin