Mær hjartaliga leingist

Orð: Christoph Knoll
Týtt: G. Bruun

1. Mær hjartaliga leingist
nú eftir hvíldarstund,
her roynist og her treingist
av neyð mín veika lund.
Eg ferðabúgvin eri,
o, Krist, frá neyðar nátt;
til sælu tú meg beri,
kom, Jesus, kom nú brátt!

2. Eg veit, tú kanst meg tryggja,
tá móti deyða ber,
tí vil á teg eg byggja,
ið hvussu tað mær fer,
tó stór á fold var gleðin,
og kalt er deyðans ból,
til tín eg fari fegin,
tú skjøldur mín og skjól.

3. Eg veit mær størri gleði,
tá sálin finnur havn,
har hjartað frelst og fegið
man prísa Harrans navn,
har skal eg altíð liva,
har fegnast lív og lund.
Hví skuldi eg so bivað
og óttast deyðans stund?

4. At lata eftir eina
øll tey, mær vóru kær,
man ferðina mær meina,
tað loyni eg ei tær;
tó vil eg fróur fara
til tín, mín Guð, við treyst,
tí tú vilt um tey varða
og goyma tey sum best.

5. Nú tryggur eg mær vendi
til tín upp yvir ský,
tú einglar tínar sendi
at blíðka deyðans stríð.
Lat anda mín tað gleða,
at Jesus skuldir galt,
so hjartað trýr í trega:
»Fullkomið er nú alt!«

FavoriteLoadingGoym tekstin