Mær hugnar hin fjølbroytti heimur

Orð: H.V. Kaalund
Lag: Thorvald Aagaard
Týtt: Salomon J. Joensen og Thorben Johannesen
Upprunaheiti: Jeg elsker den brogede verden

1. Mær hugnar hin fjølbroytti heimur,
um nógv er strev og stríð.
Fyri mær er jørðin vøkur enn
sum í patriarkanna tíð.

2. Tey mølma um, at hon er gomul,
av synd og sorgum troytt.
Men nei, hon strýkur enn í dans
um sólina ung og løtt!

3. Eg gráti sum onnur av harmi,
um vón mín á foldum brast,
men var ikki vónin so ofta her
eitt skjól fyri egnu last?

4. Var lívið ein leikur á rósum,
var alt her tá betur enn nú?
Var einki at stríðast fyri á fold,
hvar vóru so eg og tú?

5. Tí stríðast má fólk, sum vil liva
– ei bert fyri dagligt breyð –
men fyri at liva í lívsins trúgv
– í stilli er trúgvin deyð.

6. Tí hugnar mær fjølbroytti heimur,
um nógv er strev og stríð.
Fyri mær er jørðin líka ung
sum á skapanar fyrstu tíð!

FavoriteLoadingGoym tekstin