Mær í Guðs Orði birtist so skakandi ein sjón

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Í tíðarinnar skýming eg í undran standi her
Viðmerking: Yrktur í 2002.

1. Mær í Guðs Orði birtist so skakandi ein sjón,
eg sá ein heim so spiltan og falnan uttan vón;
eg sá teir vraka Jesus og negla Hann á kross,
eg skalv, tá Hann varð svikin og fekk ein judaskoss.

2. So skifti sjónin aftur, eg trongdartíðir sá,
mong Antikristsins merki á ennið tóku tá;
og bróðir gav upp bróður, eg skalv av sorg og sút,
um ei teir dagar Guð hevði stytt helt eingin út!

3. So stóð eg mitt í Himli, á Trónu Guðs Hann sat,
hitt slagtaða Guðs Lambið hvørt innsigli upplat;
tá misti sólin skin sítt, hvørt fjall, hvør oyggj veik burt,
og havsins bylgjur reistust og brutu upp á turt.

4. Tá sá eg Jesus koma við einglum skýggjum á,
Hann heintaði øll síni – og hini skildi frá;
tey bóðu fjøll og hamrar og heyggjar fjala seg,
tí fyri vreiði Lambsins ei nakar stendur seg.

5. Eg skalv, tá øll tey glataðu burtur vórðu leidd
og heystaðu ta lagnu, tey sjálv sær høvdu reitt!
Men, á, hvør gleðirómur, tá frelsti skarin har
til Lambið fram varð leiddur, sum syndir teirra bar.

6. Av ærufrykt og nøtran mítt veika hjarta skalv,
hvør øgiligt er ei hetta endatíðartalv!
Skal Trongdina eg smakka, í hond Guðs eri eg,
um likam mítt teir bróta, mín sál fer betri veg.

7. Á, sál, sum ófrelst gongur, bert søkir hesa verð,
hvør skal tín lagna verða, tá lív títt endar her?
Á, vend tær nú til Kristus, tað er tín bjarging bert,
við blóði, vatni, Anda tú einans frelstur gerst.

FavoriteLoadingGoym tekstin