Mær í hjarta hoyrist ringja

Orð og lag: Merrill E. Dunlop
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: All day long my heart keeps singing

1. Mær í hjarta hoyrist ringja
lívsælt tónalag,
um Guds kærleik má eg syngja,
tí mín sál er glað!

Niðurlag: Hvønn ein dag tann songur tónar,
Kristus, veit eg, hann er mín.
Nýggjur skapningur eg eri,
mintur á Guds bjarging verði.
Burtur ótti er og ivi
– Kristus keypti meg til sín!

2. Sorgin beind mær varð gleði,
skuggar hvurvu, sólskin varð,
eg, sum gekk á blindum vegi,
nú mítt eyga sær.

3. Kristus, hann er mín í ævir,
leiðari og stavur er,
tí eg dag eg vitni glaður:
Hann av øllum ber!